Samgongan er framvegis ikki samd um talið av fiskidøgum fyri næsta fiskiár. Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur sitið á fundi síðani klokkan níggju í morgun, og skrivar framvegis álit.
Tað er tó greitt, at breiða semjan, sum var í eygsjón fyrrakvøldið, er endaliga fokin. Samgongulimirnir í Vinnunevndini sita fyri seg og skriva sítt egna álit, meðan andstøðuumboðini skriva sítt álit.
Mitt í millum gongur uttanflokkatingmaðurin Janus Rein.
Tað er tó greitt, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn standa saman um eitt minnilutaálit, har mælt verður til at skerja fiskidagarnar hjá skipabólkunum, sum serliga fiska tosk og hýsu, við átta prosentum. Hjá teimum, sum serliga fiska upsa, verða dagarnir skornir við fýra prosentum. Útróðrarflotin missir, sambært álitinum hjá andstøðuni, ikki fiskidagar.
Tað er enn ógreitt, hvat kemur at standa í álitinum frá samgonguumboðunum í Vinnunevndini. Samgonguumboðini vóru fyrrakvøldið partur av eini semju um at skerja fiskidagarnar.
Tað verður so hildið upp ímóti tilmælinum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum mælir til at áseta sama dagatal næsta fiskiár sum í ár.
Álitini skuldu leggjast fram á tingfundi klokkan 11. Men nakað eftir 11 valdi løgtingsformaðurin at útseta fundin, fyribils til klokkan 12.
Les eisini: