Vinnunevndin gjørt eitt gott arbeiði

-Eg haldi talan sum heild er um skilagóðar broytingar, sum ein samd Vinnunevnd hevur gjørt í uppskotinum til oljulóggávu. Tað er kanska ein styrki fyri allar partar, at bæði landsstýrið og løgting eru samd um, hvørjar útbjóðingar skulu gerast. At allar tænastur og vøru skulu yvir føroyska bryggjukant er eisini í lagi.

Løgtingið fer í dag undir 2. viðgerð av uppskotinum til kolvetnislóg fyri Føroyar. Málið varð til 1. viðgerð í november í fjør og hevur síðani tá verið til viðgerðar í vinnunevndini, sum nú í breiðari semju hevur latið tinginum álit í málinum.



Broytingar

Nakrar broytingar eru gjørdar í mun til upprunaliga uppskotið. Tað bygdi so í mestan mun á frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini, sum hevur arbeitt við hesum málinum í fleiri ár.

Millum broytingarnar eru m.a. at allar vørur og tænastur, sum hava samband við leiting á føroyskum øki, skulu veitast yvir føroyska keikant ella flogvøll. Ein onnur broyting er, at løgtingið skal samtykkja við lóg útboðsøkini og tær vanligu treytirnar, sum landsstýrið tekur stig til. Tvs. at landsstýrið kann als ikki bjóða øki út til oljufeløg, uttan at hesi fyrst eru góðtikin av løgtinginum.

Uppskotið hjá landsstýrinum var, at løgtingið skuldi bara fáa eina frágreiðingin frammanundan, hvørji øki verða boðin út. Uppskot var eisini at hava ein sokallaðan ?open door? politikk. Hetta kann ein eisini hava, men tað treytar so, at løgtingið hevur samtykt, at tað økið skal vera ?open door?. Men ikki at løgtingið tá skal leggja seg út í smálutir.

Herólvur Joensen, leiðari á oljufyrisitingini sigur við Sosialin, at tær broytingar, sum Vinnunevndin leggur upp til, í nógvum førum eru rættiliga skilagóðar.

-Er tað so, at løgtingið vil sleppa at góðtaka økini, sum boðin eru út og tær almennu treytirnar, so er hetta gjørt uppá ein sera skilagóðan máta. Merkir tað so eisini, at løgtingið í næstu fasu fer at loyva fyrisitingini so mikið víðar karmar, at ein kann hava samráðingar við olufeløg o.o. uppá ein skilagóðan máta, so nýtist tað ikki at vera verri, at tað er samtykt við lóg, hvørji øki skulu bjóðast út og hvørjar standardtreytir skulu verða galdandi. Tað verður kanska tvørturímóti ein styrki. Við at nakað verður samtykt við lóg, so er tað alt tað samlaða almenna sytemið, sum er samt.

Hvat viðvíkur broytingini um, at tað skal við í lógina um, at alt skal yvir føroyskan keikant, sigur Herólvur Joensen, at teir upprunaliga, at hetta var ikki neyðugt, tí tað kanska gjørdi lógina minni liðiliga.

-Hinvegin er kravið ikki annað enn tað, sum oljuráðleggingarnevndin í grundini mælir til, at ein skal gera í loyvinum. Nú verður hetta so bara flutt eitt støði upp í sjálva lógina. Tá tað so samtíðis verður givin ein undantaksheimild í serligum førum, so haldi eg, at tað eigur at bera skipanina.


Oljufeløg positiv

Uppá fyrispurning um oljufeløgini kunnu kenna hetta sum nakra forðing, sigur leiðarin á Oljufyrisitingini, at almennu fráboðaninar frá oljufeløgunum eru tær, at tað er líkamikið fyri tey, tí tey vilja arbeiða út frá Føroyum kortini.

-Tað einasta, sum kanska er eitt sindur óvist, er spurningurin um, hvar tú veitir undantøk og ikki. Tað kundi kanska verið ynskiligt, at tað varð meira nágreiniliga orðað í lógini um bryggjukant, nær ein kann gera undantøk, at fyrisitingin fekk eina betri vegleiðing um, nær slík undantøk kunnu gerast.

Tað verður sagt, at hetta er í serligum førum og eitt dømi verður brúkt, og tað er, tá heilir pallar skulu inn á øki. Herólvur Joensen spyr, hvussu ein skal fyrihalda sær, tá talan er um eina palleind. Um ein partur av einum palli verður framleiddur í útlandinum, skal hann so á land í Føroyum!


Oljupolitiskt orðaskifti

Hvat øðrum broytingum viðvíkur sigur Herólvur Joensen, at her er so tað nýggja við, at tað skal vera eitt oljupolitiskt orðaskifti annaðhvørt ár. Tað verður so sett beinleiðis upp í lógina. -Tað kann sjálvani lasta fyrisitingina, um hon skal koma við einum áliti upp undir einum slíkum orðaskifti, men eg trúgvi ikki, at nakar kann hava nakað ímóti tí.

Herólvur Joensen heldur annars, at mátin, sum Vinnunevndin hevur gjørt álitið uppá, er umsitingarliga at liva við.

Leiðarin á Oljufyrisitingini er sum heild nøgdur við viðgerðina av oljulóggávuni. Hóast tað hevur tikið tíð, so heldur hann hetta vera rætta mátan. -Vit hava alla tíðina sagt, at tingmenn skulu taka sær neyðugu tíðina og er tað ein samd vinnunevnd, sum kemur við hesum, so signalerar ta styrki meira enn nakað annað.


Útbjóðing seinni í ár

Sum leiðari av Oljufyrisitingini er Herólvur Joensen kanska ein av teimum mest ?útsettu?, tá talan er um fyrsta útbjóðingarumfarið í føroyskum øki. Vit spurdu hann, hvat tað hevur at siga, at útbjóðingin er nakað seinkað.

-Vit eru øll greið yvir, at tað er eitt sindur óheppið at skula útseta nakað, tí oljufeløgini hava brúkt nógvar pengar uppá fyrireikingar. Men hinvegin haldi eg vit hava alla tíðina spælt við opnum kortum yvir fyri oljufeløgunum. Vit hava alla tíðina verið ærligir og sagt, at vit eru í eini samráðingarstøðu við Bretland um mark, sum ger, at vit fáa ikki farið út og víst á ein ávísan dag fyri útbjóðingini.

Herólvur Joensen sigur, at tað liggja nakrar avgerðir, sum mugu vigast upp móti hvørjari aðrari. -Løgmaður hevur eisini greitt sagt frá, hvat hann raðfestir fremri av hesum báðum. Hetta vita oljufeløgini, og tey flestu vísa eisini hesum respekt.

Herólvur Joensen sigur, at tað verður miðjað móti at hava eina útbjóðing í seinnu hálvu av hesum árinum. Tað merkir, at fyrstu loyvini verða ikki latin oljufeløgunum fyrr enn á vári í 99.

Sær hann ein vanda fyri, at oljufeløgini orsakað av seinkingini og tí sera lága oljuprísinum kanska fara at missa áhugan fyri tí føroyska økinum!

-Oljuprísurin er nakað, sum ein støðugt má hava við í tonkunum, og tað hava vit eisini. Men higartil hava oljufeløgini, sum vit hava samband við, ikki signalerað, at tey fara at taka seg úr økinum. Tey hava víst á generella tendensin, at ein minkar um leiting, tá prísurin er lágur, men ikki nakað ítøkiligt av tí slagnum. Kanska heldur tvørturímóti halda fleiri oljufeløg, at lági prísurin fer ikki at standa leingi við aftrat.

-Kann lági oljuprísurin, um hann stendur við, ikki heilt broyta fortreytirnar undir tí komandi føroyska skattapolitikkkinum!

-Tað er ilt at meta um. Men tað verður helst eisini ein spurningur um , hvar vit seta skattasatsirnar. Skulu vit t.d. hava ein serligan oljuskatt aftrat okkara partafelagsskatti osfr. Hetta er nakað ein ein má rokna eitt sindur uppá av nýggjum, áðrenn skattauppskotið verður gjørt liðugt.

Uppá fyrispurning um vit føroyingar eru tilreiðar og hava neyðugu ekspertisuna at gera skattalógir ol. sum kunnu verða eitt hóskandi mótspæl til tað, sum stóru multinationalu oljufeløgini fara at spæla út við sigur Herólvur Joensen, at hetta sjálvandi er ilt at meta um.

-Út frá einum almennum sjónarmiði kann sigast, at tað møguliga er brúk fyri at økja um førleikan á ymiskum stigum og pørtum av umsitingini tað verið seg í oljuumsitingini, í skattaumsitingini, í umhvørvisumsitingini osfr. Tað verður arbeitt á hesum økjum at økja um henda førleika.

Hvat sigur leiðarin á Oljufyrisitingini til tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um privat og almenn oljufeløg?

-Eg kann bert vísa á, at tann almenni politikkurin er tann sami, sum vit hava signalerað alla tíðina. At málið hjá Føroyum og føroyskum myndugleikum er at fáa skapt eitt oljuumhvørvi, sum er merkt av kapping, og at vit vilja hava nógv og góð og sterk oljufeløg inn á føroyskt øki at leita eftir olju. Hinvegin er tað eisini eitt greitt moment í arbeiðinum hjá bæði landsstýrinum og hjá løgtinginum, at ein vil hava ein ágóða til føroyska samfelagið tvs. at ein ella annar háttur fyri føroyska luttøku vil ein frøða seg um frá føroyskari síðu.

Herólvur Joensen vísir á, at tann luttøkan kann so aftur fremjast uppá nógvar ymiskar mátar. Tað nýtist ikki at vera beinleiðis luttøka í einum oljufelag. Tað kann eisini vera keyp av vørum og tænastum frá føroyskum fyritøkum, tað kann vera upplæring av føroyingum fyri at luttaka í øllum stigum í oljuvinnuni.

Hann hevur annars ongar viðmerkingar til tað almenna oljufelagið, sum talan hevur verið um. Tað situr ein nevnd og arbeiðir við tí.


Áhugin stórur

Herólvur Joensen sigur, at áhugin millum oljufeløg fyri at leita á føroyska økinum framvegis er stórur. Talan er helst um eini 25 til 30 oljufeløg, sum sýna Føroyum áhuga.