Vinnumálaráðharrar hava skatt Atlantsflog

Eyðfinnur Jacobsen, næstformaður í Atlantic Airways, boðar nú frá, at hann tekur seg úr nevndini hjá Atlantsflog, sum hevur aðalfund í morgin. Hann sigur m. a., at Bjørt Samuelsen og Johan Dahl hava skatt felagið, og hetta hevur havt negativa ávirkan á partabrævið

Eyðfinnur Jacobsen sigur í tíðindaskrivi í morgun, at hann hevur boðað nevndarformanninum í Atlantsflog frá, at hann í dag tekur seg úr nevndini hjá Atlantic Airways.

Eyðfinnur Jacobsen sigur soleiðis í tíðindaskrivinum:

»Mín lutur í Atlantic Airways var frá byrjan at vera ein av stovnarunum av felagnum, og at vera ein av teimum, sum fyrireikaðu stovnanina vegna landsstýrið. Í 12-13 ár var eg av landsstýrinum valdur nevndarlimur, og í 10 av hesum árunum var eg nevndarformaður. Í 2001 segði eg meg úr nevndini, men í fjør játtaði eg at taka við aftur sum nevndarlimur, tá ein stórur partur av privatu partaeigarunum heittu á meg um at taka við hesum starvi.

Hóast eg nú fari úr nevndini í Atlantic Airways, havi eg sum stjóri í Sp/f 07.12.07 framvegis áhugamál í Atlantic Airways. Hetta tí, at felagið, sum eg stjórni, við 5,6% av partapeninginum, er størsti privati íleggjarin í felagnum.

Soleiðis havi eg øll árini havt neyvt innlit í menningina av felagnum. Og tí harmar tað meg almikið, at vit hetta seinasta árið hava verið vitni til, at felagið mest av øllum er vorðið til politiska kastibløku, har persónlig áhugamál hjá ymsum politikarum hava vigað meira enn atlit til felagið og teir íleggjarar, sum í hesum føri hava lagt á leið 100 milliónir krónur eftir sær í landskassanum í sambandi við sølu av 1/3 av partapeninginum og skráseting á almennum partabrævakeypsskálum.

Ein slík skráseting setir av røttum treytaleyst krav um, at eingin politisk uppíblanding skal fara fram, og í londunum kring okkum eru eisini greiðar leiðreglur hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til.

Men í hesum førinum hevur støðan verið júst tann øvuta til stóran báða fyri felagið og privatu íleggjararnar.

Vit hava havt ein vinnumálaráðharra, sum alment og ógrundað hevur sett spurnartekin við trygdina hjá felagnum.

Sami vinnumálaráðharri legði seg eisini út í handilsligar avgerðir hjá nevndini.

Vit hava havt ein tingmann, sum seinni gjørdist landsstýrismaður, sum hevur tosað um at steðga einskiljingartilgongdini.

Sami vinnumálaráðharri hevur nú beinleiðis lagt seg út í nevndarvalið í felagnum. Nakað sum er greitt brot á avtalaðu spælireglurnar, og sum er í andsøgn til eitt nú donsku leiðreglurnar.

Politiski myndugleikin hevur ? eftir at prospekið varð gjørt og fyrsta stig av einskiljingini gjøgnumført ? í fyrsta lagi flutt part av inntøkuskapandi virkseminum hjá felagnum til annað 100% alment partafelag. Og í øðrum lagi ? eftir at Atlantic Airways hevði vunnið rættin at hava tollfríu søluna á landi ? hótt við at taka høvuðsgrundarlagið undan somu sølu.

Politiski myndugleikin hevur ikki hildið lyftið, sum er skjalfest í sølutilfarinum, um, at næsta stig var at einskilja upp til 66% av felagnum. Ein støða, sum hevur borið við sær, at tað at kalla eingin sum helst umsetningur er í partabrøvum hjá Atlantic Airways.

Og tað kann tykjast merkisvert, at landsstýrið í sølutilfarinum hevur tilskilað sær rætt at velja ein nevndarlim EFTIR at seinna søluumfar er framt. Altso eftir at landið situr eftir við 34% av partapeninginum. Ein rættur, sum landsstýrið í dag hevur tikið frá privatu íleggjarunum, sum í dag eiga 33% av partapeninginum.

Nevndu mistøk hava hvør í sínum lagi havt negativa ávirkan á partabrævið og hugin hjá íleggjarum at gera íløgur í Atlantic Airways. Tað er mín vón, at myndugleikin ger sær greitt, at tað eisini er neyðugt at gera púra greiðar spælireglur fyri føroyskar politikarar, tá almenn feløg verða einskild og skrásett á virðisbrævamarknaði.«