Vinnulívsgesturin tikin av skrá

Sendingin hjá Leivi Hansen verður ikki at hoyra í Kringvarpinum í vetur.

Í vár hevur Leivur Hansen hvørja viku havt vitjan av einum vinnulívsgesti í útvarpsstovuni, har prátað hevur verið um leyst og fast, um lívið og um vinnuna.

 

Sum so mangar aðrar sendingar, var eisini hendan tikin av skrá, tá summarskráin hjá Kringvarpinum hevur koyrt, men í gjárkvøldið boðaði verturin, Leivur Hansen, frá, at sendingin ikki kemur aftur á skrá, nú vetrarskráin byrjar í næstum.

- Sendingin er tikin av skrá vegna sparingar, eru boðini úr Sortudíki, skrivar Leivur Hansen á Facebookvanga sínum.

 

Sjálvur sigur hann, at hann hevur fingið nógvar áheitanir og fyrispurningar frá fólki, og vil hann í hesum sambandi takka fyri undirtøkuna frá bæði lurtarum og luttakarum.