Vinnuligir karmar - politisk ráðgeving

Framhald frá grein í Sosialinum tann 24/6 ?Vinnuligir karmar??, tann 25/6 ?Vinnuligir karmar - orka?, tann 26/6 ?Vinnuligir karmar - leiðsla? og tann 27/6-1998 ?Vinnuligir karmar - vitanarinfrastrukturur?.

Eitt er at hava orku, at leiða hesa orkuna og at hava ein karm, infrastruktur, at leiða hesa orkuna á, men har skal eisini vera politiskt skil. Til hetta krevst dygg politisk ráðgeving.

Politikarin skapar karmar um vinnuligan arbeiðsfrið, medvit, semju - konsensus. Politikarin leggur upp til vinnuligar møguleikar við altjóða samskifti. Og politikarin hevur yvirblikk, soleiðis at hann ikki læsir seg og samfelagið fast, í politiskt ómøgulig krøv.

Lat okkum fyrst viðgera spurningin um arbeiðsfrið, medvit, semju - konsensus er orðið á fremmandum máli.

Ein týðandi uppgáva hjá einumhvørjum almennum leiðara er at vera við til at uppbyggja baklandið aftanfyri ta kós, sum politisku signalini seta.

Skulu politiskar, vinnuligar loysnir fremjast í verki, so er konsensus ein fortreyt fyri at fólk arbeiða fram ímóti felags máli.

Eingin konsensus fæst úr bláari luft. Arbeiðsfriður, medvit og semja fæst bert har leiðslan í góðari tíð leggur upp til slíkt samstarv, lýsir hugsunarhættir og tekniskar møguleikar. Eingin konsensus fæst í einum myrkaspæli. Konsensus fæst bert, har leikarar spæla við opnum kortum.

Politiskt konsensus krevur eisini, at tann politiska ráðgevingin er neyv. Eingin fær álit á eini tekniskt skeivari ráðgeving. Men tað ber heldur ikki til bert at hava tekniskt rætt í ráðgevingini. Vit koma ikki uttanum, at teir mongu teknisku møguleikarnir skulu longu í ráðgevingarstundini vera politiskt fingramerktir.

Vit hava fyri neyðini eina politiska ráðgeving í góðari balansu millum tekniskt gott og politiskt, samfelagsligt møguligt.

Slík politisk ráðgeving fæst ikki, uttan skilagóðar almennar leiðarar, sum í fyrsta lagi er tekniskt væl fyri, í øðrum lagi eru menniskjaliga væl fyri og í triðja lagi hava tætt, skilagott samstarv við aðrar partar í samfelagnum.

Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skipaður, at slíkir leiðarar kunnu framalast.

Politikarin skal eisini leggja upp til vinnuligar møguleikar í altjóða samskifti.

Altjóða samskifti fer í fyrsta lagi fram á embætismanna stigi. Sum við øllum menniskjaligum samskifti, so heldur krákan sín unga vera tann vakrasta. Altjóða samskifti fer fram millum líka menn/kvinnur. Bæði so og so.

Tað nyttar lítið einum fulltrúða í Tinganesi at samskifta við ein departementstjóra á Christiansborg - tað ber ongan veg. Klædningurin skal helst vera á leið tann sami.

Tað nyttar heldur ikki nógv einum maskinmeistara í Tinganesi at tosa við ein løgfrøðing á Christiansborg. Tann útbúgvingarliga ballastin skal helst vera í ætt.

Á sama hátt verður trupult hjá einum løgfrøðingi á eini departementlíknandi skrivstovu í Tinganesi at samskifta við ein tekniskan stjóra á Dansk Teknologisk Institut. Lítið er at ivast í, at partarnir eru kurteisligir, men samskiftið hevur trong kor.

Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skipaður, at tað ber til at sleppa innum dyrnar, har tað er neyðugt í altjóða høpi.

At enda í hesi greinini skulu vit viðgera spurningin um yvirblikk. Tann politiska ráðgevingin má hava yvirblikk á ein slíkan hátt, at politikarin fær tikið smá (t.e. politiskt møgulig), men effektiv stig í sambandi við trupulleikar ella møguleikar, sum eru í eygsjón.

Vit síggja t.d. í fiskivinnuni, hvussu trupult tað er, hóast vit onga orsøk hava at ivast í, at allir partar gera sítt besta, bæði ráðgevar, umsiting, vinnulív og politikarar.

Yvirblikk og politiskar møguleikar fær ein politikari bert, har tann politiska ráðgevingin hevur vitan um smálutirnar í samfelagnum innanfyri viðkomandi øki, vinnuliga og í annan máta.

Í øðrum, størri londum er tann politiska ráðgevingin sera fjølbroytt og fólk verða sett í hundraðtali á hægri lærustovnum, ráðum og felagsskapum - innanfyri sum uttanfyri tann almenna sektorin - til tess at tryggja eina so fjølbroytta, neyva og væl undirbygda politiska ráðgeving, sum møguligt.

Hetta er við til at skapa politiskan stabilitet, sum er ein fortreyt fyri modernaða vinnu anno 2000.

Slík apparat hava vit ongan møguleika at byggja upp í Føroyum. Okkara møguleiki fyri eini dyggari politiskari ráðgeving er at skipa tann almenna bygnaðin soleiðis, at sum mest fæst burturúr tí vitan, sum longu verður uppbygd í øðrum sambandi enn politisku ráðgevingini.

Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skipaður, at tað saman við vinnulívinum við skili ber til at skapa eitt fjølbroytt yvirblikk í politisku ráðgevingini.

Slíkt er neyðugt í størri londum við vinnulívi, sum er væl betri fyri enn tað føroyska - roknast má við, at tað eisini er neyðugt hjá okkum í Føroyum.

Hetta er ein orsøk til, at tann almenni sektorurin eigur at standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu.


Signar P. Heinesen