Tað eru okkara vinnulívs- og fiskimenn, og tey, sum arbeiða fiskin, sum eiga æruna.
Høvdu vit ikki so raskar vinnulívs- og fiskimenn í Klaksvík, tá kreppan rakti okkum fyrst í nítiárunum, tori eg at siga, at Klaksvíkin var fólkatóm í dag. Hóast kreppan rakti okkum meint, góvust teir ikki á hondum. Ótroyttiliga baksaðu teir víðari, og Gud havi lov fyri teirra treiskni. Sjálvt um lítil fiskur var, hildu teir fram, og seinast í nítiárunum sendi tann, sum øllum valdar, fisk aftur inn á grunnarnar. Fiskaríið var gott, prísirnir methøgir, og tað besta av øllum, Klaksvíkin byrjaði at blóma aftur. Takka veri okkara fiski- og útróðrarmonnum og teimum, sum arbeiða á fiskavirkjunum, fyri teirra stríð og strev, uttan teirra ótroyttiliga stríð á havinum, vr Klaksvíkin ein saga blot. Takk skulu tit hava. Tí má Klaksvíkar kommuna gera tað so, at okkara fólk, sum drívur fiskivinnu - alivinnu, fáa tær bestu sømdir, teir veruliga hava uppiborið. Hetta vil eg vera við til, um eg verðið valdur í býráðið. Gott val. Fiskivinnan er okkara arbeiðsgevari.










