Vinnulívið í Suðuroy tekur saman hendur

? Á fundi í Vági fríggjakvøldið varð semja um, at einasta gongda leiðin er at stovna eitt vinnuráð fyri alla Suðuroy

Samstarv

? Einasta gongda leiðin er at vinnulívið í allari Suðuroynni samstarvar.
Tað var niðurstøðan á einum fundi fyri vinnulívsfólk í Suðuroy fríggjakvøldið.
Tað varð Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru helvt, sum hevði bjóðað vinnulívsfólki í allari oynni á fund at viðgerða vinnuligu støðuna í oynni.
Umframt Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru Helvt, er eisini Suðuroyar Oljuvinnuráð, sum mest er mannað við fólki av Tvøroyri og aðrastaðni í norðaru helvt í Suðuroy.
Men á fundinum fríggjakvøldið var full semja um, at einasta gongda leiðin er at gera eitt vinnuráð fyri alla Suðuroynna, sigur Alex Vilhelm, sum er í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt.
Hann sigur, at fundurin var ógvuliga jaligur og góður og at ta var full semja um, at tað var einasta gongda leiðin fyri at skapa menning.
Fundurin valdi eisini ein bólk at fyrireika stovnanina av einum Suðuroyar vinnuráðið. Í hesum bólkinum sita Tim Wentzlau og Jòn Guttesen á Tvøroyri, Arnbjørn í Smiðjuni í Fámjin og Mikkjal Sørensen, í Porkeri, sum eisini hevur verið stjóri í Suðuroyar Sparikassa í mong ár.
Alex Vilhelm sigur eisini, at virka fyri, at kommunurnar og vinnulívið í oynni seta ein felags vinnustjóra ella menningarstjóra, sum skal virka fyri vinnumenning í allari oynni.
Uppundir fundin hava Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur gjørt eitt uppskot um eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna og fundurin samtykti at heita á kommunurnar og landsmyndugleikarnar gera eina slíka vakstraravtalu fyri Suðuroynna.
Landsstýrið hevur strongt á at fáa suðuroyingar at taka seg saman í eitt felag á nógvum økjum so at landsins myndugleikar hava ein myndugleika í Suðuroynni at samskifta við og ikki fleiri felagsskapir, sum allir draga í sína ætt.