Tað hevur stóran týdning at tryggja, at vinnulívið í Suðuroy ikki verður lagt lamið, hóast Smyril ikki kann sigla. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hann vísir á, at Suðuroyggin er rættiliga viðbrekin. Skuldi okkurt hent við Smyrli sum ber í sær, at hann má takast úr sigling, er oyggin løgd lamin, tí so er einki ferðasamband yvirhøvur, vísir hann á. Og tað merkir, at heldur ikki fiskavirkini fáa arbeitt, tí tey sleppa ikki av við framleiðsluna. Og tað sama er galdandi fyri annað vinnulív, eins og tað heldur ikki ber til at fáa vørur til oynna.
Hann sigur, at tískil hevur hann lagt nógva orku í at fáa eina tilbúgvingarætlan fyri Suðuroy, skuldi okkurt hent við Smyrli, so at hann má takast úr sigling í eina tíð.
Og hann sigur, at hetta arbeiðið er nú komið undir land og hann væntar, at eftir summarfrítíðina verður ein slík avtala felt á blað.
Í hesum sambandi verður hugsað um vinnulívið, ikki minst hugsar hann um fiskivinnuna. Tann vinnan er rættiliga ávirkað av ferðasambandinum, tí er onki samband, verður heldur eingin útflutningur.
Hann sigur, má Smyril takast úr sigling, eru tað flutningsfeløg, sum eru til reiðar at átaka sær at leggja at í Suðuroy á veg úr útheiminum til Føroya, og á veg úr Føroyum út í heim, sigur Henrik Old. Fyrr enn ein avtala er gjørd, fær hann ikki sagt, hvørji flutningsfeløg, talan er um.
Men hann sigur, at hetta verður ein trygd fyri at fiskavirkini, og annað vinnulív í Suðuroy, kunnu halda fram, hóast vanliga ferðasambandið verður kvett í eina tíð.
Henrik Old heldur, at hetta hevur avbera stóran týdning tí hann minnist í gomlum døgum, at fiskavirkini í Suðuroy hildu upp at at arbeiða, tá ið vandin fyri verkfalli nærkaðist, og tað var at kalla á hvørjum ári til fyri nøkrum árum síðani.
Men við hesi nýggju avtaluna skulu teir ikki longur stúra fyri at teir ikki sleppa av við framleiðslina, skuldi okkurt hent, leggur hann afturat.
Hann sigur, at so er tað ein spurningur, hvussu ferðafólkasambandið kann tryggjast, men tað ætlar hann sær eisini at taka upp so at suðuroyingar varðveita ferðafólkasambandi, um tað so verður eitt skert samband er tað munandi betri enn slett einki.