Vinnulívið reisti seg aftur

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, plagar at bera fólkinum í kommununi eina heilsu við ársenda. Tað hevur hann eisini gjørt í ár og tað, sum borgarstjórin sigur við sínar borgarar við ársenda í 2011, kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi.

Um havnalagið, vinnuna kring havnalagið og virksemi knýtt at havinum annars, vísir borgarstjórin á, at Runavíkar havn er landafrøðiliga víðfevnd. Hon røkkur frá dráttinum í Æðuvík til lendingina í Funningi og av støðni í Lamba til bryggjuøkið á Skála.

- Hóast mesta skipaferðslan er í Runavík, Søldarfirði og á Skála, er eisini nógv virksemi á Funningsfirði, Oyndarfirði, Lambavík og ikki minst á Glyvrum, har tann føroyski alirisin - Bakkafrost - hevur sína miðstøð.

Magnus Rasmussen vísir á, at báðumegin ársskiftið 2010/2011 kom stígur í kring havnarlagið í Runavík.

- Húsagangur rakti eigaran av tí gamla flakavirkinum, trolarunum og landingarmiðstøðini Kongshavn. Í drúgva tíð sá tað út til, at alt kundi henda - og í ringasta føri, at virksemið ikki varð tikið upp aftur. Tað mesta kom tó í rættlag aftur, tá P/F Faroe Origin vann kappingina um skipini og flakavirkið.

Hann sigur, at hóast fiskiskapurin sum heild hevur verið í lakara lagi, síðan teir løgdu til brots av nýggjum, hevur arbeiðið á virkinum verið rímiliga støðugt.

- Tað er til stórt gagn fyri tað lokala samfelagið, at hetta virksemið aftur er komið í eina trygga legu.

Úr trotabúnum eftir Faroe Seafood keypti Runavíkar kommuna í summar húsið, sum fyrst Beta og síðani Landingarmiðstøðin Kongshavn høvdu hildið til í.

- Húsið varð alment lýst til leigu, og frá 1. november í ár hevur felagið Fresh Link leigað seg inn. Menninir aftan fyri hetta felag reka linjufart í farmasigling millum Føroyar og Skotland - í løtuni við skipinum Silver Fjord, sum er fyrrverandi Star Saga.

Borgarstjórin leggur aftrat, at Runavík var ein av teimum stóru farmahavnunum í mong ár, men fyri nøkrum árum síðani kom fullkomin stígur í, tá allur flutningur brádliga skuldi ganga um høvuðsstaðin.

- Tí fegnast vit almikið um, at tað aftur er gróður á hesum øki, sigur borgarstjórin í heilsanini til sínar borgarar.