Vinnulív fram um politikk

Schumann Hjaltalin fylgir somu forskrift sum Jákup Suni Joensen og velur vinnulív fram um politikk

Eftir tólv ár við føstum plássi til býráðsfundir í Havn hevur Schumann Hjaltalin valt at gevast sum býráðspolitikari. Hann er tríggjar tær seinastu ferðirnar valdur á listanum hjá Sambandsflokkinum, men hann verður ikki á valevnalistanum í heyst.
- Eg meini, at tá tú hevur sitið í tólv ár, so er tíðin komin til at víkja fyri øðrum, sigur Schumann Hjaltalin.
Ì Sosialinum í gjár stóð at lesa um Jákup Suna Joensen, sum heldur við vera vinnulívsmaður enn politikari. Orðingarnar frá blaðnum í gjár kunnu lættliga endurnýtast í dag. Schumann velur vinnulív fram um politikk.
- Tað er rættiliga trupult bæði at vera vinnulívsmaður og býráðspolitikari. Samstundis er tað eisini ein spurningur um lyndi. Í vinnulívinum er stutt frá umsiting til handling, sigur Schumanna Hjaltalin.
Fyri kortum var eitt mál frammi, sum snúði seg um, at Handiskjarnin hevði fingið ordran upp á nakrar barnavognar frá kommununi. Og tað er millum annað sovorðnum málum, ið Schumann vil sleppa undan.
- Hatta málið er ikki orsøkin til, at eg gevist. Men tað hendir ofta, at tað kann tykist sum um, at tingini verða blandaði saman, hóast tað ikki er so, sigur Schumann Hjaltalin.
Til dagligt er Schumann stjóri fyri Handilskjarnan, og her ætlar hann at halda fram. Hann hevði ætlar sær úr býráðnum longu fyri fýra árum síðani, men hann valdu tó at halda fram, tá tvey umboðunum tá ikki stillaðu uppaftur.
Schumann Hjaltalin hevur verið limur í teknisku nevnd hjá býráðnum øll árini, og hann hevur millum annað eisini verið í fíggjarnevndini í hesum valskeiðinum.
Hóast hann velur at gevast, so eggjar hann øðrum vinnulívsfólki til at stilla upp.
- Tað hevur týdning at hava eina góða blanding av fólki í býráðnum, sigur Schumann.

Eitt upplivilsi
Hesi tólv árini í Tórshavnar býráði kallar Schumanna Hjaltalin fyri eitt upplivilsi, hann ikki fer at gloyma í bræði. Tíðin hevur verið sera spennandi og lærurík, heldur hann.
- Eg varð í 1992, tá var ringasta krepputíð í Føroyum, og Tórshavnar kommuna stríddist við einari stórari skuld. Nú er lítil og eingin skuld, og kommunan kann at kalla bjóða trygd fyri, at fólk fáa síni børn ansaði. Tað er ein ómetaliga stór broyting, sum Schumann Hjaltalin.
Hann sigur seg rokna við, at valstríðið hesaferð fer mest at snúgva seg um eldraøki, sum mestur verður knýtt enn tættari at føroysku kommununum.
- Eg vóni, at verandi samstarv í meirilutanum fer at halda fram. Tað hevur riggað væl, og eg haldi, vit hava fingið nógv burturúr, sigur Schumann.

Toppskoraði
Ì blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Jákup Suni Joensen var toppskoraði við seinasta býráðsval. Hann var sjálvandi ikki toppskoraði millum øll valevnini, men bert á Fólkaflokslistanum, sum tað eisini stóð at lesa í greinini.
Fyri at eingin misskiljing skal vera, so var tað Heðin Mortensen, ið gjørdist fremstur av øllum við 630 atkvøðum á seinasta býráðsvali í Havn.