Vinnulív íblástur úr ítrótti

Spennandi fyrilestur verður við Katrin Olsen, rógvara, á FaroExpo, sum verður hildin í Runavík og Skálafirði seinnapartin í oktober

FaroExpo

 

Fyritøkurnar, sum luttaka á FaroExpo í Ítróttarhøllini í Runavík, verða skipaðar á básum, sum á eini vanligari framsýning. Men hesir básar verða ikki prýddir við ymiskum útboði, sum vit vanliga síggja á eini vanligari søluframsýning. Hvør básur er í staðin ein fundarstaður, har fyritøkur – útbjóðarar og keyparar – hava høvi at hitta hvønn annan.

Í góðari tíð undan FaroExpo verður fundarvirksemið neyvt skipað, soleiðis at ávís tíð er sett av til hvønn fundin millum ymisku fyritøkurnar, sum við eru.

Tað eru fyrireikararnir av tiltakinum, sum syrgja fyri, at fundarvirksemið verður sett upp í eina skipan, so flest møguligir fundir kunnu haldast.

 

Katrin í Kelduni

Sjálvur ráðstevnuparturin verður ikki hildin í Ítróttarhøllini í Runavík, men í Kelduni í Skálafirði, har ymiskir fyrilestrar verða hildnir, meðan steðgur er í úti í Runavík, soleiðis at allir luttakararnir hava høvi at verða við til ráðstevnuna.

Á ráðstevnuni hesaferð fer eitt nú kendi føroyski rógvarin, Katrin Olsen, sum rør á altjóða støði, at halda fyrilesturum evnið: “Hvussu kunnu mál flyta mørk”.

Fyrilesturin verður hildin seinnapartin týsdagin, 21. oktober.

Katrin Olsen er 30 ára gomul, er útbúgvin lækni og hevur í nógv ár róð í frítíðini. Gjøgnum árini hevur hon sett sær strategisk mál, og hevur hon í ár luttikið í OL í Kina. Hon hevur víst, at til ber flyta seg frá føroyskum kappróðri til DM, HM og OL.

 

Yvirførast til vinnulív

- Fyrilesturin hjá Katrini Olsen fer at snúgva seg um, hvussu tú setir tær tílík mál, og hvussu tú nært hesum málum – og at enda: Hvussu kann hetta yvirførast til vinnulívið? siga fyrireikararnir av FaroExpo.

Skráin fyri ráðstevnuna kann annars lesast á www.faroexpo.fo