Vinnuháskúlin fyribils stjóra

Mentamálaráðið hevur gjørt av at seta Petur Hans Dahl sum fyribils stjóra á Vinnuháskúlanum, eftir at stjórin á skúlanum, Vilhjálmur Gregoriussen, doyði í ferðsluvanlukku í farna mánaði. Tað skrivar Dimmalætting.

Frammanundan er Petur Hans Dahl varastjóri og undirvísingarleiðari á Vinnuháskúlanum.

Nýtt skúlaár byrjar um smáar tvær vikur, mikudagin 14. august, so tí var neyðugt at seta ein fyribils stjóra, til klárt er seinni í ár at søkja eftir nýggjum stjóra.