- Vit eru til reiðar at fara undir fyrireikingar til bachelorútbúgvingar nú, um tað skuldi tað verið. Vit hava valt at fáa nøkur grundleggjandi viðurskifti upp á pláss fyrst.
Tað sigur stjórin í Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, við blaðið Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út í felag. Hann vísir á, at skiparaaspiranturin er settur í verk, og í løtuni verður arbeitt við at tilevna eina skipan til maskinmeistaraaspirantin - og tað næsta í røðini er hóskandi ein bachelor-yvirbygningur.
- Hóast tøgn hevur verið í málinum í eina tíð, so er áhugi framvegis fyri málinum um bachelorútbúgving. Tað er áhugi fyri, at bæði maskinmeistarar og skipsførarar skulu kunna taka bachelor, um førleikin og áhugin er til staðar hjá næmingunum.
Wilhelm Petersen vísir á, at neyðugt verður at leggja nakað aftrat útbúgvingini innihaldsliga, og serliga spennandi heldur hann tað vera at koyra meira handilslig og kommersiell evni inn í útbúgvingina, tá ræður um skipsføraraútbúgvingina.
Hann sigur, at sum nú er, eru skipsførarar til dømis væl fyri at flyta eitt skip frá A til B. Og tað hava føroyingar allar tíðir verið dugnaligir til, eisini í maskinuni. Men, tað handilsliga, reiðaravirksemi til dømis, hevur ikki verið ein partur av útbúgvingini.
- Aðrastaðni er shippingparturin ein stórur partur. Hetta er ein veldug vinna í útheiminum, og tað kann tað eisini gerast til í Føroyum, sigur stjórin.
Wilhelm Petersen vísir á, at partur av kjakinum, sum hevur verið um uppstiging til bachelor, hevur snúð seg um upptøkukrav. Sambært uppskotinum hjá Vinnuháskúlanum frá 2006 skuldu næmingar annaðhvørt taka fyrireikingarskeið ella hava miðnámsskúla.
- Antin skuldi tú taka eitt árs fyrireikingarskeið ella hava trý ára miðnámsskúla. Síðan skuldu næmingarnir taka trý ár aftrat fyri at gerast bachelorar. Røddir tá vóru frammi, sum hildu, at hetta fór at sálda annars væl skikkaðar næmingar frá, og at tilgongdin til skipsførara og maskinmeistara fór at minka.
Sjálvur er Wilhelm Petersen ósamdur við nevnda uppskoti og modelli. Hansara modell er heilt øðrvísi og gevur møguleika hjá fólki at søkja inn á skúlan júst sum í dag. Hann vísir á, at í dag fara næmingar út av skúlanum við flottum prógvum og fáa frálík arbeiði - eisini teir, sum ikki hava miðnámsprógv. Hetta skal kunna halda fram, um vit fáa eina nýggja skipan, sigur hann.
Stjórin á Vinnuháskúlanum heldur ikki, at føroyingar eiga at gera sum danir - bara at kalla útbúgvingina eina professjónbachelor, tí tað ger útbúgvingina hvørki betri ella verri. Tað ræður um at geva útbúgvingini neyðuga innihaldið, so tú veruliga kanst rópa tað eina bachelorútbúgving.
- Í løtuni eru ikki allir lærarar á Vinnuháskúlanum, sum eru útbúnir at hava frálæru á bachelorstigi, men nógvir eru tað. Og fleiri lærarar á Vinnuháskúlanum undirvísa eisini á Fróðskaparsetrinum. Skulu vit hava eina veruliga bachelorútbúgving, og tað haldi eg, at vit skulu, so er neyðugt við einum universiteti, og tað er Vinnuháskúlin ikki.
Wilhelm Petersen sigur, at Vinnuháskúlin er í samráðingum um samstarv við Fróðskaparsetrið, og tað sær gott út - og á Setrinum eru tey sinnaði at samstarva.










