Vinnuháskúlin

Um Vinnuháskúlan (í fríum falli), undirvísing sum ikki riggar, kanningar av óreglusemi, felagið hjá (nøkrum fáum) maskinmeistaralærarum og vælmeinandi? tingmenn, sum ikki tíma at seta seg rættiliga inn í viðurskiftini á skúlanum

Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen og Claus Thomsen

Tað eru nú tvey ár síðani Sjómansskúlin og Maskinmeistaraskúlin vórðu lagdir saman í ein stovn við navninum Vinnuháskúlin og nýggjur stjóri settur. Ikki er lætt hjá starvsfólki, har summi hava arbeitt í 25 ár, at venja seg við nýggju viðurskiftini. Serliga broytingin, har teoretiska frálæran fer fram í Nóatúni, meðan praktiski parturin er lagdur undir Krákugjógv, hevur verið trupul at svølgja hjá summum.
Hetta seinasta hálvárið hevur skúlin næstan dagliga verið á breddanum í Kringvarpinum og bløðunum, og vanligi føroyingurin má hava fingið ta fatan, at talan er um ein stovn, sum er í upploysn, har anarki valdar og fíggjarligt óreglusemi meira er reglan enn undantakið.

Serliga felagið hjá maskinmeistaralærarum hevur verið nógv frammi í pressuni, men eisini Maskin-meistarafelagið hevur givið sítt íkast til skrivingina, og í seinastuni hava tingmenn við Annitu á Fríðriksmørk á odda og henni á baki Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen frá tingsins røðarapalli við avgjørdari rødd tosað um Vinnuháskúlan, sum er í fríum falli, har tól og útgerð fella í órøkt, meðan aðrir tingmenn hava verið meira moderatir í sínum viðmerkingum. Og vit mugu ikki gloyma Óla Jacobsen, men hann hevur annað at hugsa um í løtuni.

Málið um uppsagnarhótta læraran man eisini vera kent av øllum føroyingum, og ført hevur verið fram, at orsøkin til ætlanarskrivið er, at hann hevur gjørt av at kanna ávíst óreglusemi viðvíkjandi øðrum lærara, sum í arbeiðstíðini skal hava fingið útbúgving á Fróðskaparsetrinum við fullari løn. Seinasta fríggjadag hevði 62 norður í útvarpinum frásøgn um uppsagnarhótta læraran og gongdina í málinum við at kanna óreglusemi, og fekk ein ta fatan, at greinin í Oyggjatíðindi um júst sama evnið var komin heilt óvart á hann. Hetta fær nakrar av okkum at undrast stórliga, tí greinin í Oyggjatíðindi byggir júst á tilfar, sum hann hevur latið úr hondum. Men blaðstjórin á Oyggjatíðindi lýsti málið frá báðum síðum, og tí bleiv blaðgreinin ikki tann útspillingin, sum felagið hevði ætlað.

Hesar “avdúkingar” saman við áhaldandi tíðindastreyminum frá Felagnum Maskinmeistaralærarar um “støðuna” á skúlanum og fyrispurningum til landstýrismannin í mentamálum frá tingmonnum hevur havt sína kraftigu ávirkan má sigast. Bert ein umsókn er komin til maskinmeistaraflokkin, sum ætlandi skal byrja í januar, og bert tríggjar umsóknir til skipsføraraflokkin. Tilgongdin seinastu árini til SEQ CHAPTER h 1maskinmeistaraútbúgvingina hevur annars verið støðug og ligið um 15 – 20 næmingar hvørt hálvár.

Skal sigast eitt sindur um Felagið Maskinmeistaralærarar, so er felagið stovnað í 1998 sum fakfelag hjá lærarum á Maskinmeistaraskúlanum. Í “vælmaktini” taldi felagið heilar 11 limir, men eftir ein kanska rokmiklan eykaaðalfund í juni 2005 meldaðu meira enn triðingurin (4 limir) seg úr felagnum, og í dag umboðar felagið uml. 6 lærarar. Hetta kann samanberast við, at á Vinnuháskúlanum í Havn starvast uml. 24 lærarar, harav 16 undirvísa maskinmeistaranæmingum.
Tað er hesin lítli parturin uppá 6 lærarar, sum myndar ta skeivu uppfatan av skúlanum, almenningurin hevur í dag. Í sendingini 62 norður nú fríggjakvøldið úttalar lærari seg um trupulleikan at hava teoretiska frálæru eitt stað og praktiska frálæru eitt annað stað, um undirvísing, sum ikki riggar og útgerð, sum fer í órøkt. Hesin lærarin má úttala seg vegna nakrar av teimum fáu lærarum, sum hansara felag umboðar. Ikki er nakað sum týður uppá, at navigatiónslærararnir, sum eru meira enn helvtin av lærarunum, og vit tríggir maskinmeistaralærarar, sum ikki longur eru í felagnum, hava stórvegis trupulleikar við frálæruni.
Viðvíkjandi útgerðini á skúlanum undir Krákugjógv, sum lærarir ikki fáa løn fyri at viðlíkahalda, so eru tveir maskinmeistarar í starvi, sum m.a. viðlíkahalda starvsstovuútgerðina til lítar. Hetta hava teir gjørt í áravís, annar í eini fimtan ár. Fyri fáum vikum síðani vórðu royndir gjørdar við dieselmotorunum, sum riggaðu av tí besta, og í sjónvarpstíðindastubba frá el-starvsstovuni fekk ein heldur ikki ta fatan, at skúlin var í fríum falli.
Skal ein nema eitt sindur við framtíðina, og vit eru nakrir sum velja at trúgva, at skúlin og maskinmeistara- og skipsføraraútbúgvingin hóast alt hava eina framtíð, so hevur verið gjørt eitt miðvíst arbeiði við at tillaga útbúgvingarnar til ta nýggju modulskipanina og fyrireika at lyfta útbúgvingarnar upp á bachelorstøði. Hesa tilgongd síggja vit framda í londunum kring okkum. Hetta setur størri krøv til lærararnar, men kemur eisini í síðsta enda at gagna næmingunum.

So um leiðslan fær frið at gera sítt arbeiðið, og starvsfólkið arbeiðir saman um at fáa broytingarnar at rigga, er ongin grund at stúra. Hinvegin hevur ein sett sær fyri, at tað skal ikki rigga, ja so...