Fleiri og fleiri vinnukundar hjá TAKS velja at brúka Vinnugluggan, har vinnukundin í stóran mun sjálvur avgreiðir síni viðurskifti við TAKS. Hagtøl hjá TAKS vísa, at síðan 1. oktober 2012 hava 220 nýggir vinnukundar sent umsókn um at brúka Vinnugluggan.
TAKS hjálpir vinnukundum at brúka Vinnugluggan. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, og tí royna tey at eggja fólki at brúka Vinnugluggan.
1. januar skulu vinnukundar hjá TAKS, sum ikki nýta hentleikarnar í Vinnuglugganum, rinda ómaksgjøld. Samstundis verður tað ókeypis hjá vinnukundum, ið brúka Vinnugluggan, at avgreiða toll og MVG.
"At avgreiða síni viðurskifti á netinum er framtíðin. Tað vísir seg, at færri mistøk verða gjørd og tað krevur minni fyrisiting, tá fólk brúka Vinnugluggan. Hjá okkum hava afturmeldingar frá fólki verið góðar. Hóast vit kunnu staðfesta eina framgongd, so er okkara greiða mál at fáa enn fleiri vinnukundar at avgreiða síni viðurskifti umvegis netið", sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Eftir 1. januar 2013 fer tað at kosta vinnukundanum 50 krónur, um TAKS skal skráseta MVG-uppgerð fyri kundan. Ómaksgjaldið fyri at tolla verður 70 krónur, umframt tær 30 krónurnar tað kostar í tænastugjaldi í dag. At rinda ymisk gjøld uttan at brúka gs-lykilin, fer at kosta 50 krónur, samstundis sum útskriftir av eitt nú kontoavritum fara at kosta 50 krónur, um TAKS skal taka sær av avgreiðsluni. Somu tænastur eru allar ókeypis, um vinnukundin brúkar Vinnugluggan.