Hin 31. oktober var føroyska klædnamerkið Soul Made víst fram á forvitnisligari framsýning í París, nevniliga á Eiffeltorninum. Tað var modellstovueigarin, Jessica Minh Anh, sum stóð aftan fyri tiltakið, sum áður hevur verið á Tower Bridge í London, One World Trade Center í New York og í Grand Canyon í Arizona - fyri at nevna nøkur av støðunum.
- Tað var í august mánaði, at vit vórðu bjóðað at luttaka í stórsligna mótashowinum J Autumn Fashion Show 2014, sum J Model Management skipaði fyri í Eiffel torninum í París. Tá hetta er eitt kostnaðarmikið tiltak, varð beinanvegin avgjørt at seta okkum í samband við Vinnuframa. Hetta fyri at hoyra, um tey vóru áhugað í at stuðla okkum fíggjarliga.
Soul Made Faroe Islands sigur, at tey eftir stuttari tíð fingu játtandi svar, og soleiðis kundu tey gerast partur av hesum stórsligna mótashowi í París.
- Stuðulin frá Vinnuframa kemur sera væl við, tí marknaðarføring uttanlands er ein fíggjarliga tungur postur. Vit eru sera takksom fyri, at vit fingu høvi at luttaka. Hetta hevur avgjørt verið við til at lata hurðar upp fyri Soul Made Faroe Islands.
Lagt verður aftrat, at heimspressan var við, og tey fingu eisini møguleikan at práta við eitt nú italienska Elle og Fashion One, og haraftrat fingu tey nógv góð sambond við tey røttu fólkini innan mótaheimin.
Soul Made Faroe Islands sigur, at tey gleða seg til framtíðina og fegnast um, at Vinnuframi soleiðis stuðlar føroyskum íverksetarum.