Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, í samstarvi við Vinnuhúsið, fara ein vinnuferð til Kina í døgunum 31.oktober – 4.november. Tað skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Endamálið við ferðini er at fáa innlit í marknaðin, umframt at hava fundir við viðkomandi myndugleikar.
Umframt landsstýrismannin, eru eisini umboð fyri Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur viðá ferðini. Fleiri av fyritøkunum, ið skulu vit, luttaka eisini á fiskivinnumessuni China Fisheries & Seafood Expo, ið er størsta fiskivinnumessa í Asia.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sigur í stuttari viðmerking, at marknaðurin í Kina er áhugaverdur fyri Føroyar og fyri fleiri fyritøkur og endamálið er at kunna seg betur um marknaðin.