Vinnudagurin verður aftur 20. september næsta ár

Á Vinnudegnum fríggjadagin vórðu árins Vinnuátak og Ársins Virkið vald

Næsta ár verður árligi Vinnudagurin framskundaður eina viku til 20. september

 

Á Vinnudegnum hittast vinnulívsfólk fyri at skifta orð og knýta sambond, umframt at ymsir fyrilestrar eru á skránni.

 

Eitt hæddarpunkt er eisini, at árins Vinnuátak og Ársins Virkið verða vald.

 

Á Vinnudegnum hesaferð varð  Battery Briner hjá Tummasi Justinussen valt sum ársins Vinnuátak. Les meira um grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.

 

Navigare Shipping varð kosið Ársins Virkið. Les grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##