Aftur í ár skipar Vinnuhúsið fyri vinnudegnum. Vinnudagurin verður í ár 23. september, og í sambandi við dagin verður ein føroysk fyritøka kosin ársins virki.
Vinnudagurin í ár er tann sjeyndi av sínum slag, og aftur í ár fer dagurin at bjóða upp á eina røð av fyrilestrum um vinnuviðurskiftir og framtíðina, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.










