Tey vinnuøki, sum kommunan hesi seinastu árini hevur kunnað boðið áhugaðum vinnufyritøkum, hava verið rættiliga stór. Nakrar 1000 fermetrar hvørt, og harvið ov kostnaðarmikil til smærri vinnufyritøkur.
Nú fyrsta útstykkingin á Skarðshjalla er liðug, hevur býráðið gjørt av, at bjóða smærri virkjum og fyritøkum eitt 18.000 fermetra stórt øki, júst eftir tí tørvi, tey hava.
Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at kommunan hevur bæði umsóknir og fyrispurningar um tílík vinnustykki liggjandi.
-Tí verða hesi øki nú boðin út, so kommunan kemur at kenna veruliga tørvin. Tá kommunan hevur fingið umsóknirnar frá teimum, sum hava áhuga í einum tílíkum stykki, verða hesi lutaði í ynsktu støddirnar, sigur hann.










