Fyri fyrstu ferð síðani bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin í 1962, verður vinnarin hjástaddur, tá kunngjørt verður hvør fær virðislønina í ár.
Tað hendir tan 22. mars klokkan 19 á íslendska Fróðskaparsetrinum í Reykjavík.
Tvær innstillingar eru úr Danmark, tvær úr Finnlandi, tvær úr Íslandi, tvær úr Noregi, tvær úr Svøríki, og ein úr Føroyum, Grønlandi, samiska máløkinum og ein ´r Álandi.
Hvat ið skal leggjast í, at vinnarin sjálvur fyri fyrstu ferð er til staðar, tá vinnarin verður kunngjørdur, kann so bert gitast um, men íslendsku innstillingarnar eru Bergsveinn Birgirsson fyri skaldesøguna Svar við bréfi Helgu, og Gerður Kristný fyri yrkingarsavnið Blóðhófnir.
Føroyar hava innstillað Hanus Kamban fyri stuttsøgusavnið Gullgentan.