Nú kappingin í Eikliguni hjá kvinnum nærkast endanum, kann um vikuskiftið endaliga vera greitt, hvørji lið skulu spæla FM-finalu. Sunnudagin møtast Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini, og har er tað heilt einfalt soleiðis, at vinnarin tryggjar sær pláss í FM-finaluni.
Undan dystinum hava Fleyr og Mjølnir ávikavist 19 og 20 stig, meðan SÍ á triðja plássi hevur 17 stig, men hevur spælt ein dyst meira. SÍ hevur bara teoretiskan møguleika at fáa taparan sunnudagin aftur, men tað krevur, at SÍ vinnur báðar sínar írestandi dystir og taparin tapir báðar.
Dystarskráin hjá teimum trimum liðunum víðari fram sær soleiðis út, at Mjølnir hevur heimadystir eftir ímóti KÍF og SÍ, Fleyr hevur heimadyst eftir ímóti Ternuni og útidyst ímóti TB, og SÍ hevur útidystir eftir ímóti Drátti og Mjølni.
Í kvøld spæla ÍF og Ternan annars á Kambsdali og sunnudagin tekur KÍF ímóti Drátti í Kollafirði. Hetta eru alt dystir millum lið, ið liggja lægri á stigatalvuni, so eingin av hesum dystur hevur týdning fyri kappingina í ovara endanum.
Bara ein dystur er í Eikliguni hjá monnum, og hann verður í Havn sunnudagin millum Fleyr og ÍF. Fleyr hevur útspælt sín leiklut sum topplið, meðan ÍF langt síðani er komið í FM-finaluna, so hetta er ein dystur, sum mestsum »bara« skal spælast.










