Vinnarin í Klaksvík sat í Gundadali

Eftir javnleikin í Klaksvík er HB mest sum meistari, meðan KÍ og B36 saman við NSÍ kappast um Europa atgongumerki

Tað endaði 1-1 í Klaksvík í kvøld eftir málleysan fyrra hálvleik. B36 legði seg á odda beinanvegin eftir steðgin, og í evstu løtu javnaði KÍ.

Úrslitið ber við sær, at FM vegurin hjá HB er uppaftur breiðari og beinari, enn hann longu var undan dystinum í kvøld. Uttan mun til, hvussu kappingin annars lagar seg, so er tað nóg mikið hjá HB at vinna tveir dystir aftrat fyri at tryggja sær FM heitið. HB skal spæla á Argjum, í Gundadali ímóti NSÍ, í Gundadali ímóti TB og so í Klaksvík.

HB hevur 61 stig fyri 23 dystir, NSÍ hevur 53 stig fyri 23 dystir, KÍ hevur 52 stig fyri 22 dystir, og B36 hevur 50 stig fyri 23 dystir.

Ferðin var øgilig, nærdystirnir vóru nógvir, tað sang í taklingunum, og hugburðurin var góður allar 95 minuttirnar.

Í fyrra hálvleiki var KÍ omaná, og tað vóru nógvar spentar støður í B36 brotsteiginum, og tað vóru eisini spentar støður í KÍ brotsteiginum.

KÍ vann nógv hornaspørk, og onkra ferðina dansaði bólturin í málteiginum, og Símun Rógvi Hansen í B36 málinum vísti fleiri ferðir, hvussu framúr góður málverji hann er.

Árni Frederiksberg hevði onkra góða roynd, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið nýggja KÍ málverjanum, Lukasz Jarosinski, sum var góður í luftspælinum og eisini á málstrikuni.

Beinanvegin eftir steðgin var talan mest sum um endurtøku frá fyri einum stórum ári síðani, tá ið Árni Frederiksberg við fínum frísparki legði B36 á odda 1-0. Ta ferðina vann B36 2-0, tá ið KÍ spenti álopsbogan.

Í kvøld vann B36 fimm fríspørk dygst uttanfyri KÍ brotsteigin. Í onkrum føri fór bólturin omanfyri heimamálið, og í øðrum førum blokeraði manngarðurin.

So var tað tríggjar minuttir eftir steðgin, at fleiri mistøk millum heimamenninar á egnari hálvu bóru við sær, at ágangandi B36 vann fríspark eitt vet til vinstru og 18 metrar úr málinum. Árni Frederiksberg og Stefan Radosavljevic, sum aftur í kvøld vísti seg at vera lyklaspælara, riggaðu til at taka sær av at avgreiða frísparki. Stefan sendi bóltin omanfyri manngarðin og dygst inn undir nærru samankomingini. KÍ málverjin var í hini síðuni av málinum og rakk ikki yvir at bjarga.

So var 1-0 til B36, og í 41 minuttir pluss fimm minuttir aftrat gekk tað mesta fyri seg eftir treytunum hjá B36. Í løtum vóru gestirnir ágangandi frammarlaga á vøllinum, og í øðrum løtum vóru teir aftari og vardu og dyrgdu eftir møguleikanum at fara í snarálop.

Sum seinni hálvleikur leið, øktist trýstið á B36 málið. Tað var nær við og næstan, og tað varð bjargað á strikuni, áðrenn tað í evstu løtu eydnaðist at javna til 1-1. Málskjútti var KÍ miðverjin og B36 verjuálitið í nógv ár, Odmar Færø.

Máltalvan vísti 1-1, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð. Hann megnaði í regninum og á hála vøllinum at avgreiða dómarasetingin og stýra soleiðis, at spælararnir fingu høvi til at leggja nógv fyri og at brúka styrki og orku í nærdystunum.

-Vit kunnu ikki lúgva okkum frá, at vit eru vónbrotnir um, at tað eydnaðist teimum at javna í síðstu løtu. Men tá ið eg hyggi aftur á gongdina, so var tað ikki óuppiborið í javnari og tættari uppgerð, og eg fegnist um, at spælararnir vístu tann hugburð, sum teir alla tíðina gjørdu, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Jóannes Bjartalíð hjá KÍ fegnast um, at tað eydnaðist at javna, men hann hevur ilt við at fegnast um úrslitið:

-Vit eiga at rokna við møguleikanum, inntil hann er heilt burtur. Tað hevði verið ræðuligt, um vit ikki syrgja fyri okkara, um tað skuldi komið fyri, at HB fer at kiksa, men vit megnaðu ikki at skjóta mál, tá ið vit høvdu góða yvirvág, og so fegnast vit kortini um, at stríðið til síðsta bríksl gav mál og eitt stig, sum kann fara at vísa seg at hava stóran týdning í Europa stríðnum, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

 https://www.in.fo/myndasavn/

 

KÍ – B36 1-1 (0-0)

0-1: Stefan Radosavljevic 49.

1-1: Odmar Færø 95.

Dómari: Eiler Rasmussen

KÍ: Lukasz Jarosinski – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (Páll A. Klettskarð, 67.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 76.) – Jonn Johannesen (David Skrbec, 60.), Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Kristian Joensen, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen, Steinbjørn Olsen

Gult kort: Heini Vatnsdal, David Skrbec, Jákup B. Andreasen

Venjari: Mikkjal Thomassen

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Eli Falkvard Nielsen, 73.), Steefan Radosavljevic (Andreas Thomsen, 87.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 77.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen – Sebastian Pingel

Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Jóhann Hansson Joensen, Martin Agnarsson

Gult kort: Sebastian Pingel, Árni Frederiksberg, Magnus Holm Jacobsen

Venjari: Jákup á Borg

 

HB232012711861
NSÍ231724481953
221642612052
B36231625673050
Víkingur231427473444
ÍF236512304923
EB/Streymur246216225820
TB243615153315
AB23071614587
Skála24132018603

 

Leygardagin 24. oktober

 

NSÍ – Víkingur

AB – HB

Sunnudagin 25. oktober

KÍ – ÍF

Skála – B36

EB/Streymur – TB