Fyri hálvumtriðja mánaði tóku nøkur fólk saman við Føroya Lívstrygging stig til eina sangkapping, sum skal seta sjóneykuna á brekað í Føroyum og teirra avvarðandi.
Sangkappingin hevði til endamáls at útvega sang- og tónleikatilfar, sum skal brúkast til fløguútgávu seinni í summar.
Tá freistin var úti fyri góðum mánaði síðani, vísti undirtøkan seg at hava verið nógv størri, enn nakar hevði roknað við.
Næstan 80 sangir, løg og yrkingar komu inn til kappingina, so dómsnevndin hevur havt úr gjørt við at funnið fram til vinnararnar.
Seinnapartin í dag, kl. 17.00, verður samkoma í Norðurlandahúsinum, har tríggir teir bestu av innkomnu sangunum fáa virðislønir og skreytblað.
Fyri at skapa ein hugnaligan karm rundan um samkomuna, fara Johannes Andreasen og Sámal Petersen at spæla klaver og violin, og eisini verða sangarar úr Tórshavnar Manskóri at hoyra.
Samkoman er almenn, og aftan á handanina verður ein drekkamunnur at fáa.