Vinnarar í amboðsfimleiki fyri yngri

Um vikuskiftið hevur Fimi verður karmur um FM-kappingina hjá yngru liðunum í amboðsfimleiki.

Um vikuskiftið hevur Fimi verður karmur um FM kappingina hjá yngru liðunum í amboðsfimleiki. Bólkarnir, sum hava kappast, eru pinkur, smágentur, piltar og smádreingir.

 

Kappast varð í øllum amboðum, fýra amboð á kvinnusíðuni og seks á mannfólkasíðuni.

 

Leygardagin varð tað tann, sum var bestur í øllum amboðunum samanlagt, sum vann, meðan seks teir bestu íðkararnir - í hvørjum amboði sær - komu víðari til sunnudagin.

 

Sunnudagin vóru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í hvørjum amboði sær.

 

Vinnararnir leygardagin vóru:

 

Piltar:

Nr.1 – Gilli Mohr, HF

Nr.2 – Askur Holm Magnason, HF

Nr.3 – Hjalti í Dali, HF

 

Pinkur:

Nr.1 – Taisja Savina, HF

Nr.2 – Rósa N. Jacobsen, Støkk

Nr.3 – Karina Debes Heinesen, HF

 

Smádreingir:

Nr.1 – Pauli Mittún, Ljósið

Nr.2 – Eyðun Andreasen, HF

Nr.2 – Martin Agnarsson, HF

 

Smágentur:

Nr.1 – Astrið N. Breckmann, HF

Nr.2 – Maria N. Nolsoy, HF

Nr.3 – Jórunn G. Justinussen, HF