Nú er greitt hvør hevur vunnið eina ferð fyri tvey við ungdómstúrinum hjá
Norrønu 2010, og eina Nokia 5130 Xpress Music fartelefon frá Føroya Tele.
Øll tey mongu, sum hava sent smsboð til 1906, og soleiðis verið við til at
finna ársins vinnarar av Planet Awards heiðurslønunum, hava verið við ú
lutakastinum um eina ferð fyri tvey við ungdómstúrinum hjá Norrønu 2010,
oog eina Nokia 5130 Xpress Music fartelefon frá Føroya Tele.
Vinnarin av ungdómstúrinum hjá Norrønu er Julianna Jørgensen í Tórshavn.
Vinnarin av fartelefonini frá Føroya Tele er Elsa Maria Djurhuus av Strondum.
Vit takka øllum, sum hava verið við í atkvøðugreiðsluni.










