H71 og VÍF spældu ein minniligan dyst í Hoyvíkshøllini í dag. Frammanfyri einari fullsettari høll góvu liðini áskoðarunum ein ógloymandi dyst, sum varð ein góð reklama fyri føroyskan hondbólt.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á nógvar fegnar H71-arar. Tróndur Arge fekk eisini orðið á VÍF-venjaran, Henrik Gerster, sum hevði ilt við at fegnast um bronsumerkini VÍF fekk handað aftaná dystin.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi aftaná dystin. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra teir seinastu minuttirnar av tí hádramatiska dystinum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Birgir Hansen varð viðmerkjari, og seinast í ljóðbrotinum ber til at hoyra Birgir Hansen taka samanum.