Rækjuvinnan bíðar, tí hon vónar at fáa studning úr landskassanum. Politikarnir hava ikki meldað greitt út, um teir fara at veita studning ella ikki. Í staðin fyri at lata rækjuvinnuna vera í einari bíðistøðu, eiga politikararnir at gera greitt beinaveg, at studningur ikki verður veittur. Um hesi boð vóru greið, og komin beinavegin, hevði rækjuvinnan longu verið í holt við at funnið aðrar loysnir.
Fyri nøkrun fáum árum síðani var harður ágangur frá fiskivinnuni á politikararnar, um at fáa studning til endurnýggjan av fiskiflotanum. Vinnan hótti við at einki nýtt skip kom til landið, um ikki vinnan fekk studning. Aftaná rúma tíð góvu politikararnir at enda greið boð um, at eingin studningur varð veittur. Síðani fiskivinnan fekk hesu greiðu boð, er júst tað øvugta hent. Fleiri nýggj og stásilig skip eru komin til landið, uttan studning til endurnýggjan.
Vinnan dugir sjálv
Eru karmarnir greiðir og støðugir, finnur vinnan sjálv út av, hvussu hon skal tillaga seg umstøðunum, sum alla tíðina broytast. Og tað er eisini uttan iva vinnan sjálv, sum dugir best at finna út av, hvussu hon skal tillaga seg, og ikki politikararnir.
Tillagingin kann vera pínufull, men studningur er ikki svarið upp á tað. Studningur hevur við sær at tað ikki er neyðugt hjá vinnuni at laga seg til broyttu umstøðurnar beinanveg, so sum lægri rækjuprís ella hægri oljuprís, og tí verður vinnan ikki kappingarfør. Úrslitið verður, at øll vinnan í síðsta enda fer fyri bakka. Hendir tillagingin beinanvegin, er størri møguleiki fyri at vinnan yvirlivir, og harafturat kemur styrkt út úr kreppuni.
Við einum sterkum sjálvstýrisflokki á tingi fáa vit eina sterka vinnu. Set kryss við lista D