Vinnan og veðurlagsbroytingar

Danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Connie Hedegaard, heldur fyrilestur um hetta evnið á Børsen Executive Club hósdagin fyrrapart. Fyrilesturin verður sendur til Føroya beinleiðis á stórskíggja.

Sum kunnugt verður danski høvuðsstaðurin miðstøð fyri einum heimsumfatandi ST fundi um veðurlagsbroytingar í desember 2009, har danski ráðharrin, Connie Hedegaard, verður vertur.

Ein av høvuðsuppgávunum í hesum sambandi er at fáa eitt tættari samstarv í lag millum stjórnirnar og vinnuna.

Vinnan umsitur tilfeingið og harvið møguleikarnir til at veita tøkni til gera tær íløgur, ið skulu til til tess at sleppa undan álvarsligum veðurlagsbroytingum, ið eru skaptar av menniskjum. Samstundis eru fyritøkurnar drívmegin til búskaparligan vøkstur.

Tað er www.business-line.fo og Børsen Executive Club í Danmark ið samstarva um at fáa fyrilesturin hjá Connie Hedegaard sendan beinleiðis til Føroya á stórskíggja. Talan er um eina royndarsending. Meira verður at frætta um samstarvið millum Business-Line og Børsen Executive Club í Sosialinum í næstum.

(Kelda www.business-line.fo)