Kenneth Rasmussen
valevni til Runavíkar Býráð
Um oljuvinna tekur seg upp ella ikki, hava vit tó avgjørt brúk fyri einum umhvørvispolitikki. At landstýrið arbeiðir við at orða ein umhvørvispolitikk fyri Føroyar, er sjálvsagt ein góð byrjan, men tað eru tær einstøku kommunurnar, sum eiga at átaka sær sín part av uppgávuni, fyri at fáa umhvørvispolitikkin at virka.
Tá tosið kemur inn á umhvørvispolitikk, hugsar vinnulívið her á landi beinanvegin um eyka útreiðslur. Hetta er tó ikki rætt. Í næstseinastu viku hevði Heilsufrøðiliga Starvsstovan vitjan av einum umboði frá Kristiansand Kommunu í Noregi, sum greiddi frá einum umhvørvisátaki hjá teimum. Í teirra føri vóru kommunan og vinnan í býnum gingin saman um at seta krøv til tey einstøku virkini fyri at verja umhvørvið. Í samráð við ráðgevar á økinum fóru virkini at kanna, hvat tey kundu gera fyri at minka um árinini á umhvørvið. Virkini settu sær nøkur ávís mál, sum skuldu náast innan eina ásetta tíð. Tá hesi mál vóru nádd, fingu virkini eitt umhvørvisprógv frá kommununi.
Royndirnar í Kristiansand hava víst, at við at endurnýta burturkast og avlopstilfar hevur vinnan spart nógvan pening. Nøgdirnar av burturkasti, og harvið útreiðslur til burturbeining, eru minkaðar, og endurnýtsla av tilfari hevur havt øktar inntøkur við sær.
Samanumtikið hevur vinnan minka um útreiðslurnar, kommunan hevur fingið fleiri skattakrónur og til seinast eru árinini á umhvørvið minkaði. Hetta seinasta var jú endamálið við arbeiðinum. At hinir ágóðarnir fylgdu við, vísir at tað loysir seg at gera ein umhvørvispolitikk og seta hann í verk.
Í Runavíkar Kommunu er fjølbroytt vinnuvirksemi, so býráðið eigur at umhugsað at orða ein umhvørvispolitikk. Hetta arbeiði eigur at verða gjørt í samráð við vinnuna, tí tað er vinnan, sum skal brúka umhvørvispolitikkin. Ein slíkur politikkur hevði verið til gagn fyri vinnuna, allar okkara borgarar og heimssamfelagið sum heild. Alt ger mun, segði ein maður einaferð??.










