Vinnan og kapitalurin og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum

Í morgin verður aðalorðaskifti um búskaparvøkstur og íløgur og er tað frágreiðingin hjá Finnboga Arge, vinnumálaráðharra, um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum

Ólavur í Beiti


Í frágreiðingini til aðalorðaskifti, sigur Finnbogi Arge, at í tilmælinum til vinnupolitikkin, sum fekk viðgerð á Løgtingi seinasta vár, varð sagt, at nú uppskot er sett fram um vinnupolitiskar meginreglur, ræður um, at vinnupolitiska tilgongdin steðgar ikki upp. Tvørturímóti varð boðað frá, at ætlanin var at halda fram at orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta og at orðaður verður politikkur fyri einstøku vinnugreinarnar

Og tilmæli landsstýrismansins byggir á hesi vinnupolitisku stevnumiðini: Miðað verður eftir at skapa karmar, har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv, vælvirkandi samskifti og samferðslu við útheimin, gransking og førleikamenning, vælútbygt undirstøðukervi, sum mennir kappingarfør lívskor um alt landið, góðar eginfíggingarskipanir og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir, varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig, einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir, og málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg soleiðis, at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum.

? Gott samsvar er millum orðaða vinnupolitikkin og innihaldið í Caragata-álitinum - Búskaparlig tillaging og framburður. Men álitið fevnir um fleiri evnir og økir, enn orðaði vinnupolitikkurin, tað er meira ítøkiligt, og kann tí síggjast sum framhald av vinnupolitikkinum. Eisini er ávíst samsvar millum samgonguskjalið og Caragata-álitið.

Og at enda sigur Finnbogi Arge í innganginum, at hann ger við hesum nøkur fá tilmæli við støði í evnum og tilmælum í Caragata- álitinum. Tey eru lítið ella einki viðgjørd í teim 5 ritunum um vinnupolitikkin, men hava avgerandi týdning fyri vinnuligan framburð og fíggjarligt sjálvbjargni, herundir útlendskar íløgur í Føroyum.