Vinnan má vísa veg

Vinnan eigur at ganga undan í arbeiðinum at tálma avleiðingum av veðurlagsbroytingunum, sigur ST-aðalskrivarin Í setanarrøðu síni á teirri stóru veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn mælti ST-aðalskrivarin, Ban ki-Moon, altjóða vinulívinum til at leggja størri dent á arbeiðið at tálma veðurlagsbroytingunum.

Aðalskrivarin segði, at vinnulívið hevur serliga stóra ábyrgd í londum, har politikararnir hava ilt við at semjast um neyðug tiltøk.

-Í hesum londum skal vinnulívið ganga undan og draga politikararnar aftan á sær, segði Ban ki-Moon.

Hann fanst eisini hvassliga at teimum vinnufyritøkum, sum eru ímóti einari nýggjari veðurlagsavtalu. Hann segði, at tíðin er um at fara frá hesum fyritøkunum.