Herálvur Joensen, aðalstjóri, kunnaði um útbjóðingarumfarið og mannagongdina í hesum sambandi, meðan Karin Toftegaard kunnaði um tær treytir, føroyska vinnan fær at arbeiða undir.
Jan Mortensen umrøddi skráseting av føroyskum veitarum í datagrunni, og tær kanningar sum eru í gongd á hesum øki.
Orðaskiftið eftir framløgurnar vísti, at vinnan tók fult undir við teimum vinnukarmum, sum loyvini til oljuleiting ætlandi skulu byggja á.