Vinnan ikki tvingast at brúka havnir

Tað eru ongar ætlanir um at broyta ta mannagongd, at tað er Tórshavnar Havn, sum fær at kalla alt vørugjald fyri allan vøruflutning til og úr Føroyum. Tað skilst á svarinum, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur givið Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum hevur fregnast um hesi viðurskifti.

Sum er, verða næstan allar útflutningsvørur, sum eru framleiddar kring landið, førdar til Havnar, haðani tær verða avskipaðar og tískil er tað Tórshavnar Havn, sum fær alt vørugjaldið.

Tað sama er við øllum innflutningi, tí alt verður lossað í Havn, sama hvagar vørurnar annars skulu og sostatt er tað Tórshavnar Havn, sum eisini fær alt vørugjaldið.

Hetta er ein miðsavning, sum hevur kostað kommunum kring landið milliónir í vørugjaldi.

Hergeir Nielsen hevur spurt um landsstýriskvinnan hevur hugsa um at broyta hesi viðurskifti, so havnir kring landið fáa sín part av inntøkunum.

Men Annika Olsen heldur ikki, at vit skulu stýra vinnuni, tí tað klárar hon best sjálvt.

- Heldur vinnan, at tað er best at umskipa í Havn ella í Ánunum, er tað væl ein orsøk til tað, heldur hon.

Annars heldur hon, at tørvur er á eini nýggjari havnalóg so at tað fer at bera til at skipa havnir sum kommunal partafeløg og so ber eisini til at hava vinnuligar havnir.

Tað ber ikki til sum er, tí nú eru havnir kommunalt virksemi og har er meginreglan, at kommunalt virksemi skal hvíla í sær sjálvum, og ikki giva avlop.

- Einastu inntøkumøguleikarnir, kommunurnar, sum er, hava av havnum, eru havna-, vøru- og brúgvagjald.