Í dag skipar Vinnuhúsið fyri einum tiltaki í Kaffihúsinum í Vágsbotni, har vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, »Koyrið so á motorin«, verða løgd fram fyri politikarum.
Tiltakið verður klokkan 16:30.
Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum vónar at síggja so nógvar politikarar og valevnir sum gjørligt til hetta hugnaliga og óformliga tiltak, har politikarar og vinnulívsfólk fáa eitt gott høvi áðrenn løgtingsvali at hittast og tosa um viðurskifti viðkomandi fyri føroyskt vinnulív og samfelag, siga tey úr Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Í nýggju vinnusjónarmiðum felagsins eru tí tilmæli um, hvat dentur skal leggjast á í framtíðar vinnupolitikki og skipanum fyri føroyska samfelagið sum heild. Málið er at fáa vøkstur í føroyska búskapin og soleiðis fáa ment samfelag okkara.