– Í staðin fyri bert at lata standa til, so átti vinnan at verið farin til teir fýra stóru flokkarnar og saman við teimum gjørt uppskot um eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, sum so kundi virkað frá 2018.
Tað sigur Fróði Magnussen, stjóri á Formula og cand.merc., í samrøðu í Sosialinum í dag. Í samrøðuni vísir hann á, at ætlanin hjá landsstýrinum at selja part av kvotunum og fiskirættindunum hjá føroyingum á uppboðssølu hevur fingið ringa móttøku í vinnuni.
Ætlanin er tó bert at selja 15 prosent av kvotuni í Barentshavinum og 15 prosent av uppsjóvar fiskinum um eina uppboðssølu.
Men Fróði Magnussen skilir væl, at vinnan kennir seg ótrygga.
– Tá ið talan bert er um ein útbjóðara, so gevur tað ikki røttu myndina av virðunum og av marknaðinum. Fyri at fáa ein veruligan marknaðarprís, so er neyðugt, at talan er um fleiri útbjóðarar og um fleiri keyparar. Tað skal til, um veruliga virðið á tí, sum selt verður, kann staðfestast, heldur Fróði Magnussen.
– Er talan um bert ein útbjóðara, so kann hann halda aftur og stýra soleiðis, at hann fær hægsta prísin, sigur hann.
– Í staðin fyri bert at lata standa til, so átti vinnan at verið farin til teir fýra stóru flokkarnar og saman við teimum gjørt uppskot um eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, sum so kundi virkað frá 2018, sigur Fróði Magnussen.
– Flest øll dugdu at síggja, at tað fór ikki at ganga í longdini, at fiskiloyvi, sum verða útlutað ókeypis, verða seld fyri stórar upphæddir, uttan at landskassin fær nevnivert. Hettar kundi tildømis verið loyst við einum serskatti fyri sølu av fiskiloyvum. Hartil kundi vinnan lagt upp til at rinda tilfeingisrentu av »yvirnormalum« vinningi í rakstrinum, sum síðan varð goldið í ein búskapargrunn, sigur hann.
– Hevði vinnan gjørt tað, so hevði hon eisini fingið sína ávirkan á, hvussu lógin verður. Nú er ein onnur samgonga í tinginum við einari aðrari dagsskrá, og tað ger tað sjálvandi truplari hjá fiskivinnuni. Alivinnan hevur dugað betur at havt dialog við politisku skipanina og á ein ella annan hátt ávirkað skipanina, sigur Fróði Magnussen millum annað í samrøðuni í Sosialinum í dag.
Sosialurin fæst eisini á www.sos.fo