Matvøruprísurin dalar, og kornprísurin fellur støðugt. Hóast hetta hækkar prísurin á breyði í Danmark Tað er ikki tí at breyð verður seinni ávirkað í mun til aðrar vørur. Bara tann seinasta mánaði er prísurin á breyði hækkaður við einum prosenti, samstundis sum aðrar matvørur er falnar við einum prosenti, vísa nýggjar útrokningar frá Fødevareøkonomisk Institut í Danmark.
Búskaparfrøðingurin Martin Salomon úr Brúkararáðnum undrast. Hóast Danmark sjálvt framleiðir eina rúgvu av korni, hava tey teir hægstu breyðprísirnar í ES.
? Vit burdu ikki verið tey dýrastu í ES. Tað er ein kappingartrupulleiki, og tað er nakað, politikararnir mugu kanna. Tað einasta, brúkarin kann gera, er at hyggja eftir bíligastu prísunum. Tað kann vónandi leggja trýst á framleiðararnar til at seta teirra órímila høgu prísir niður, sigur Martin Salomon við Ekstra Blaðið.










