Vinna og vitan tryggja vælferðina

Yvirlýsing á flokstingi hjá Tjóðveldi í Fuglafirði um vikuskiftið

Vinna og vitan tryggja vælferðina

 

 

 

Ríkidømið hjá tjóðini er vælferðin hjá fólkinum. Tjóðveldi er trygdin fyri hesi vælferð. 

 

 

 

Vælferð er vinna, vitan og vernd. Tí leggja vit dent á m.a. hesi viðurskifti, sum øll eru grundarlag undir vælferðarsamfelagnum.

 

 

 

Fólk skulu kunna liva av einari vanligari løn, og arbeiðsvikan eigur eisini at verða stytt.

 

 

 

Øll eiga rætt at búgva og liva fyri ein rímiligan penga kring landið. Her eru Bústaðir eitt týdningarmikið amboð.

 

 

 

Vit skulu skapa somu rættindi og kor at reka vinnu kring landið – og seta í brennidepilin allar vinnur, sum kunnu skapa enn størri virði og vælferð í Føroyum. Hetta er grundarlagið undir loysingini.

 

 

 

Blokkurin skal skerjast munandi í einari komandi samgongu.

 

 

 

Náttúruna læna vit frá okkara eftirkomarunum. Tí mugu vit verja og varðveita náttúruna. Vit mugu hava bindandi veðurlagsmál og gera tað lættari at leggja um til grøna orku.

 

 

 

Náttúrutilfeingið skal býtast rættvísari, hetta er grundarlagið undir vælferðini og fólkaræðinum. Fiskimenn skulu ikki rinda tilfeingisgjald.

 

 

 

Føroyska málið má tryggjast á ymiskum pallum og føroyskt undirvísingartilfar og tilfar til børn skal støðugt økjast.

 

 

 

Vit í Føroyum – og bara vit – tosa Føroya søk. Tí eigur løgtingið at hava einasta og seinasta orðið í øllum uttanríkis-, verju- og trygdarmálum.

 

 

 

Veruligt fólkaræði er, tá ið bara Føroya fólk rindar og ræður.