Vinna - og vinna sum ítriv

Tað er kærkomið, at Vinnumálastýrið hevur lagt eina frágreiðing um landbúnaðin fyri Løgtingið til aðalorðaskifti. Men tað tykist tí løgið, at tað samstundis verður traðkað á búnaðarvinnuna og Jarðarráðið. M. a. verður sagt, at »Jarðarráðið nú er vorðið umskipað og hevur fingið eina meiri professionella leiðslu«. Eina aðrastaðni verður sagt: »Vantandi handhevjanin av lógarinnar ásetingum kann partvíst tilskrivast, at eingin politikur hevur verið fyri landbúnaðin«. Harafturat verða undanfarin landsstýrið skuldsett fyri at hava hugsað um eina politiska heldur enn eina fakliga umboðan í Jarðarráðnum.

Ikki eiti á skortfleingju at geva teimum bøndum, leikum og lærdum, sum hava sitið í Jarðarráðnum. Hava stungið út í kortið og veitt lán úr Jarðargrunninum, so vinnan hóast alt er komin upp á tað stig, sum hon er komin. Teir valdu limirnir skulu meta um, hvat er rætt ella ikki rætt. Men tilfarið at taka støðu út frá, skal vera professionelt. Og Føroya Jarðarráð hevur sanniliga eina professionella leiðslu og er ein vælvirkandi stovnur. Tí virkar hetta »sparkið« ikki sørt við síðuna av.


? Hvar hevur almenni búnaðarpolitikkur vantað? M. a. í tí at Jarðarráðið hevur ikki havt manning at hava eftirlit við landbúnaðarvinnuni. Talað verður um, at nú skal vera møguleiki fyri, at bøndur skulu kunna missa garðar. Eftir verandi búnaðarlóg hava bøndur bústaðar- og framleiðsluskyldu. Og teir, sum ikki halda hesar treytir, skulu ikki sleppa at sita við gørðum. Spurningur er partvíst, um nogvir ikki sita við gørðum, hóast hugurin er lítil, og partvíst er spurningurin um vantandi ráðgeving, motivatión og eftirlit.


Vit kunnu staðfesta, at so at siga øll mjólk kemur fra festigørðum, Somuleiðis stóri parturin av kjøtinum, sum verður selt at turka. Búnaðarúrdráttirnir koma frá teimum størru gørðunum. Harafturat kemur so eitt hav av smærri festum. M. a. prestajørð, sum varð bytt út, tá tað hevði ein týdning at hava eina mørk, hálvmørk, ella tvær merkur. Men hetta hevur lítlan og ongan týdning í dag, og kann sammetast við smábýttu óðalsjørðina.


Kunnu vit fáa meira burtur úr jarðarbrúksvinnuni enn mjólk og kjøt? Hvussu við epluim, fenaði ella grønmeti? Seta vit okkum fyri at virka meira, so eiga vit helst eisini at hugsa um bygnaðin. T. d. leggja festi saman, so tey gerast størri og kanska burðardygg. Vit fingu kanka bøndur, sum kundu liva av tí, sum jørðin gevur. Avgera vit hinvegin, at tað loysir seg ikki at økja búnaðarframleiðsluna, so eiga vit eisini at hugsa um at privatisera ella leiga út tey smærru festini, so fleiri føroyingar fingu høvi at ogna sær ella leiga sær nakrar gyllin at hava nakrar seyðir. Tí, hví skulu nøkur - m. a. fólk í føstum størvum - hava frammíhjárætt at hava eitt festi.