Í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag verður Gilli Rólantsson Sørensen gestur. Við sær hevur hann ein AaB troyggju við ”Rólantsson” á rygginum.
Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn friggjadag millum klokkan 16 og 17
Landsliðsspælarin kemur millum annað at greiða frá yrkisleiðini, hvat tað krevur at blíva ein yrkisfótbóltsspælari, og hvat liggur í kortunum fyri framtíðina.
Fyri at vera við í lutakastinum um troyggjuna hjá Gilla, so skalt tú gita hvat nummar Gilli hevur á troyggjuni í AaB. SMS'a rætta svarið til 559999, og tú ert við í lutakastinum
Fótbóltspanelið á Rás2 fer fram til jólar, at fáa útisetar á vitjan. Fyrsti gesturin var Brandur Hendriksson Olsen. Annar gesturin er Gilli Sørensen, sum verður í sendingini í dag. Í komandi viku verða tað Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen, sum koma á vitjan.