Vinn hesar í Fótbóltspanelinum

Rás2: Hvør landsliðsspælari eigur hesar? Svara og vinn!

Í Fótbóltspanelinum í dag, sum verður á Rás2 frá klokkan 16, verður hugt nærri at A-landsliðnum, sum skal spæla móti Ungarn týskvøldið. Somuleiðis hyggja vit nærri at avrikinum hjá U21 landsliðnum í gjár móti Russlandi.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16

 

Tosað verður við Fróða Benjaminsen, sum aftur er á landsliðnum. Hann greiðir frá hví hann avgjørdi at taka av innbjóðingini, um at spæla aftur á landsliðnum.

 

Fyri at hoyra Rás2 - Trýst HER

 

Eisini verður tosað við Heina Vatnsdal, sum er aftur á landsliðnum, eftir at hava vunnið sær fast pláss í Fremad Amager, Lars Olsen um fyrireikingarnar til dystin móti Ungarn og Jens Martin Knudsen, sum verður viðmekrjari á Rás2 týskvøldið til landsdystin.

 

Í sendingin verður møguleiki at vinna gaggurnar, sum eru á myndini. Fyri at vera við í lutakastinum um gaggurnar, so skal tú siga okkum hvør bóltsnillingurin er sum vísur triks á sjónbandabrotið á Facebook bólkinum ”In.fo – ítróttur”.

 

- Tær eru nakað slitnar, men góðar, sigur eigarin, ið hevur spælt fótbólt í fýra ymiskum londum.

 

Fyri at koma á síðuna ”In.fo – ítróttur” trýst HER

 

Send rætta svarið á 559999, so ert tú við í lutakastinum. Drigið verður klokkan 16.55 beinleiðis á Rás2.