Onkuntíð hevur verið følsk ávaring, har tað var skipanin, sum spældi eitt puss, men soleiðis var sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini ikki í gjár.
- Í gjár var eingin eldur, tíbetur, men tað vísti seg, at arbeiðsmenn høvdu brúkt vinkulslípara, sum hevði sett ávaringarskipanina í gongd.
Í nátt var nógv fólk í býnum í høvuðsstaðnum, og løgreglan var sjónlig og kyrraði fólk, sum í onkrum føri høvdu hug at fara til hendurs.
Kring um landið hevur sambært samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni eisini verið stak friðarligt.
Í gjárkvøldið kom ein fráboðan úr Sandavági um, at ein bilførari um 22-tíðina hevði koyrt á eina svarta ær.
- Tann, sum koyrdi, dró sjálvur seyðin burtur av vegnum, so hann ikki lá til ampa í ferðsluni. Viðkomandi sá eisini á spjaldrinum, hvar ærin hoyrdi heima.
Her var eingin persónsskaði, og í samdøgurfrágreiðingini stendur einki um, hvussu bilurin kom burtur úr óhappinum í Sandavági.











