Vínkúllarnir & Kim Hansen til Mentanarvikuna

Nú verður møguleiki fyri, at royna eina mat-, vín- og tónleikauppliving í snotuligu hølunum á Hotel Runavík til Mentanarvikuna. Tiltakið verður leygarkvøldið tann 27. apríl kl. 19.00.

Tíðindaskriv:

 

Køkurin hevur samansett eina matskrá við brellbitum, einum forrætti, einum høvuðsrætti og eisini er okkurt søtt omaná. Síðani hava Vínkúllarnir sett eina góða vínskrá til allar rættirnar og Kim Hansen fer at seta tónar til alt kvøldið.

 

Á kvøldinum fara Vínkúllarnir at fortelja ymiskt um vínsamansetingarnar, og sum altíð, hava teir onkran brúkligan lærdóm og onkrar stuttligar forteljingar um vín. Kim Hansen fer at spæla góðan tónleik og um fólk hava hug at syngja við, so er tað sjálvsagt ein møguleiki.

 

Hetta er mentan sum vil nakað!

 

Kl. 19.00 verður byrja við vælkomsttónum, bobblum og brellbitum og tiltakið er liðugt umleið kl. 22.30 – 23.00.

 

Tað er bert pláss fyri 60 luttakarum, so tað er at gera skjótt av. Leinkja til atgongumerkjasølu er her: https://www.atgongumerki.fo/.../vinkullarnir-og-kim-a...

 

NB! Um færri enn 40 atgongumerki eru seld mikudagin tann 24. apríl kl. 12.00, verður tiltakið avlýst og peningurin fyri atgongumerkini verður endurgoldin.