Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar hava nú gjørt nýggja fløgu við føroyskum og íslendskum sangum.
Fyri tveimum árum síðani gjørdu teir fløguna Vinaløg, har teir týddu kendar føroyskar sangir til íslendskt og kendar íslendskar sangir til føroyskt. Hendan fløgan seldi sera væl, og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í Føroyum og í Íslandi.
Nú hava teir gjørt eina nýggja útgávu við støði í sama hugskoti, og hesaferð eru tað kendir barnasangir, ið eru týddir og innspældir.
Fyri viku síðani góvu teir fløguna Barnaløg út, og á fløguni eru 20 kendir – og týddir – barnasangir.
Kenna sangir betri
Føroyskir sangir sum Hon er omma mín, Karin, Dukkan Fía og Rasmus eru týddir til islendskt, og hinvegin sleppa føroyingar nú at hoyra kendar íslendskar barnasangir á føroyskum máli. Jógvan Hansen syngur íslendsku sangirnar á føroyskum, og Fríðrik Ómar syngur føroysku sangirnar á íslendskum máli.
- Hetta er meira ein familjufløga enn barnafløga, tí vit hava valt sangir, ið hava vunnið hjørtuni hjá bæði stórum og smáum. Vit halda, at føroyingar og íslendingar vanta kunning um tónleikin hjá hvørjum øðrum, og endamálið við hesari útgávuni er at betra um tað, sigur Jógvan Hansen.