Vinir Ísraels hava fund

Í dag, leygardagin, hevur felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? ársaðalfund. Endamál felagsins er at stuðla Ísrael og at virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tað framhaldandi er rætt og neyðugt at stuðla Ísrael. Ógvusligur ófriður hevur nú í langa tíð verið dagligur kostur ymsastaðni í Ísrael, og eisini í gøtum Jerusalems eru fleiri deyð, serliga seinasta hálvtannað árið, og hetta harmar tað føroyska felagið, ið stuðlar Ísrael, almikið.
Felagið sigur, at í krígstíðum verður mangan farið lætt um sannleikan, og tí er eitt av endamálum felagsins at virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
Felagið ásannar, at hóast fleiri friðaravtalur eru gjørdar, og George Bush, forseti í USA, hevur gjørt fleiri royndir at fáa frið í lag millum Ísrael og Palestina, hevur hetta ongantíð ført til varandi frið.
Vinir Ísraels geva út blaðið ?Vinur Ísraels? fýra ferðir árliga. Blaðið ber áhugaverd tíðindi úr Ísrael og viðgerð tað samskiftið, sum á ymiskan hátt er millum Føroyar og Ísrael.
Í fjør var ísraelski sendiharrin í Danmark á almennari vitjan í Føroyum. Henda ferðin eydnaðist stak væl og væntandi kemur núverandi sendiharrin eisini til Føroya.
Felagið hevur í dag umleið 100 limir. Fundurin verður á Sernámsdeplinum í Havn leygardagin klokkan 15.