Og sambært Daily Mail er nú orsøk til at halda, at eitt Friends-comeback er á veg. Jennifer, Courtney og restin av bólkinum eru klár at fáa leiklutirnar til lívs aftur undir røttum umstøðum, sigur ein kelda við blaðið. Tað er góða móttøkan, ið ’Sex and the City’-filmurin fekk, ið ger hetta møguligt. Ein Friends-filmur hevði kunnað blivið líka væl umtikin, um hann verður gjørdur rætt. Higartil hevur Jennifer Aniston verið størsti trupulleikin, tí hon ikki hevur viljað farið aftur í leiklutin sum Rachel aftur. Men sambært keldunum, er hetta ongin trupulleiki longur.