Tað hevur verið vindur í nátt og er tað framvegis fitt av vindi í morgun. Vindurin kemur at halda sær í dag og møguliga veksa eitt sindur.
Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg inn yvir Føroyar úr útsynningi og hava regn og vind við sær. Ein veikur hátrýstryggur fer fram við okkum í nátt og hevur fleiri brúgvaløg við sær úr útsynningi.
Veðrið í dag. Tað verður eitt stívt andøvsgul upp í ein frískan vind út útsynningi og vestri, 8-13 m/s. Seinni í dag veksur vindurin upp í 15 m/s.
Vindurn minkar aftur í nátt niður í lot til andøvsgul, 3-8 m/s.
Tað verður skíggjað, í støðum mjørki og regn ella sirm.
Hitin fer at liggja millum seks og tíggju stig. Seinni í kvøld og í nátt fellir hitin niður í umleið fimm stig,









