Vindurin minkar um vikuskiftið

Væntast kann tó regn leygardagin.

Góða heystveðrið seinastu vikurnar fekk ein bráðan fyrr í vikuni, tá teir fyrstu stormarnir gjørdu vart við seg. Seinastu dagarnar hevur tað verið rættiliga nógvur vindur ymsastaðni kring landið, men nú røkist fyri, at veðrið verður eitt sindur frægari aftur. Tað er í tøkum tíma hjá teimum, ið fáast við seyð, nú heystfjøllini skulu gangast.


Um veðrið næstu dagarnar skrivar danska veðurstovan DMI:


Eitt hátrýst yvir tær Bretsku oyggjarnar viknar nakað. Eitt lágtrýst vestanfyri Ísland flytur seg skjótt móti eystri og dýpist. Leygardagin og týsdagin koma væntandi brúgvaløg við regni framvið Føroyum av útsynningi.


Fram til leygarmorgun:
Fríggjadag fyrrapart minkar vindurin til andøvsgul upp í ein strúk úr vestan, 8 til 14 metrar um sekundið. Fríggjadag seinnapart minkar vindurin til lot til andøvsgul úr útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og møguleiki fyri sól. Náttina til leygardag gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og út á náttina møguleiki fyri regn. Hitin millum 7 til 10 stig.


Leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skíggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig. Um kvøldi og út á náttina gul til stívt andøvsgul úr vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, ið minkar og verður lot til andøvsgul, og snarar í ein sunnan, 3 til 8 metrar um sekundið. Mest skíggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig.


Sunnudag:
Gul til stívt andøvsgul úr landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundi. Skíggjað, men mest turt. Hitin millum 7 og 10 stig.