Leygardagin var nógvur vindur, og fleiri stormskaðar vóru kring landið ? serliga norðan fyri.
Á Strondum hendi skaði á ein bygning hjá Stranda Máling, sum er í gerð. Yvirtromin datt niður í grundina, og har varð hon liggjandi. Neyðugt var tí ikki við nøkrum bjargingararbeiði í ódnarveðrinum.
Í Klaksvík var vindurin av tí mesta, og fleiri smærri skaðar vóru. Ein rútur fór í Fimleikahøllini, ein konteynari var tikin av vindum og mundi enda á sjónum, tekjan á einum hjalli reiv, og ein skúrður fekk skaða. Sløkkiliðið í Klaksvík var fleiri ferðir úti leygardagin.
Í Havn fór ymiskt á flog, sum hevði ligið og rikist, men stórvegis skaði spurdist ikki burtur úr hesum. Sløkkiliðið í Havn var boðsent, tá fólk hildu, at eitt træ uttan fyri Havnar Klubba var um at fara um koll. Hetta forðaði sløkkiliðið tó fyri.
Í Kaldbak datt ein ellinja niður í nógva vindinum.
Í Suðuroy og Vágum siga løgreglustøðirnar, at nógvur vindur var leygardagin, men tey hava onga fráboðan fyri um nakran stormskaða.