Vindurin fer at minka

Hóast nógvan vind í morgun og allarhelst eisini í morgin, so verður mest sum vindstilli tá páskirnar byrja skírisdag.

Hóast nógvan vind í morgun og allarhelst eisini í morgin, so verður mest sum vindstilli tá páskirnar byrja skírisdag.

Danska veðurstovan boðar frá nógvum vindi í dag og í morgin, men so fer hann at maka vindin. Frá skírisdegi væntar danska veðurstovan minni vind og turrveður.

Eitt lágtrýst, 975 hPa, eystan og og í ein landnyrðing úr Føroyum, fer í ein eystan og viknar. Aftan á lágtrýstið streymar køld luft við ælaveðri yvir Føroyar úr einum útnyrðingi.

 

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, sum veksur til strúk í vindi upp í skrið við hørðum hvirlum. Seinnapartin minkar hann vindin. Skýggjað, men okkurt vátaslættings- ella kavaælið, og hitin millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Í kvøld og í nátt andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Samdrigið og kavaælingur. Hitin millum trý kuldastig og tvey hitastig.


Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi. Seinni veksur hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, í støðum hvassur vindur frá útnyrðingi og norði. Um kvøldið og náttina makar hann vindin og tað verður gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og kavaælingur. Hitin millum eitt og fýra hitastig, um náttina niður í trý kuldastig.


Skírisdag verður eitt lot til andøvsgul av norði, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og veksur til gul til stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólarglottar. Hitin millum eitt og fýra hitastig, um náttina niður í tvey kuldastig.

 

Langa fríggjadag verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum um náttina verður til eitt lítið lot av ymsum ættum. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum eitt og trý stig.

 

Leygardagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, seinni eitt lot til andøvsgul út útsynningi. Skýggjað og turt. Hitin millum fýra og sjey stig.